Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Zamar við nýggjari fløgu







Tíðindaskriv:

Bólkurin Zamar, sum er Eyðun Jacobsen saman við døtrunum Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen, bleiv stovnaður í 2008. Tey hava útgivið eina fløgu sum kallaðis Vit eiga vón. Nú koma tey so við enn einari fløgu sum hevur fingið heiti Lat ljósið brenna. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, av dugnaligum amerikanskum tónleikarum. Røddirnar eru tiknar upp í Raclip Studio í Hvannasundi. Fløgan er ljóðblanda og mastra í Crossroads Stjudio.

Stílurin er southern gospel og country.

15 sangir eru á fløguni harav 13 eru á føroyskum meðan 2 eru á enskum.

Á hesi fløguni eru eisini gestasangarar við. Kvartettin í Betesda luttekur við einum sangi. Tað eru umleið 38 ár síðani teir vóru í studio seinast.

Ein annar spennandi gestur á fløguni er kendi amerikanski country sangarin Woody Wright. Woody er m.a, kendur frá Gaither Homecoming og hevur hann skriva eitt ótal av sangum og hevur hann esini fleiri fløguútgávur á baki. Á fløguni syngur hann ein av sínum egnu sangum saman við Zamar.

Mánakvøldið 25 mars kl 19.30 verður so ein spennandi útgávukonsert í Kelduni, Skálafirði. Umframt fløguaktuella Zamar, saman við sera dugnaligum tónleikarum, so luttekur Kvartettin í Betesda. Tað er eisini eydnast at fáa sjálvan Woody Wright at koma til Føroyar fyri at luttaka á útgávukonsertini hjá Zamar. Hann kemur sjálvandi at syngja fleiri sangir.

Atgongumerki til konsertina vera seld við dyrnar 1 tíma undan konsertini. Kostnaðurin er 250,00 kr. tá er nýggja fløgan hjá Zamar við í prísinum. Eisini kann atgongumerki keypast uttan fløgu, tá er prísurin 120,00 kr.

Børn upp til 13 ár, ókeypis.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið