Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Yvirlýsing: Lønin má upp





Myndin: Jógvan er vorðin nýggjur formaður í Føroya Pedagogfelag.

Lønin má upp og arbeiðstíðin hugsast av nýggjum, um størsti fakbólkurin á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað er námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk, skal tryggjast sømilig kor.

Við tí verða karmarnir fyri umsorganini og námsfrøðiligu menningini av okkara børnum og fólki við serligum avbjóðingum eisini styrktir.

Tað er niðurstøðan á aðalfundi hjá Føroya Pedagogfelag á Hotel Føroyum í dag.

Námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk eru millum lægst løntu løntakarar í landinum, hóast tey hava ábyrgdina fyri lívsumstøðunum hjá okkara børnum og okkara veikastu samfelagsborgarum.

Tað gav at bíta hóskvøldið, tá rúm var fyri ikki færri enn tveimum limum í Føroya Pedagogfelag í einari sjónvarpssending um fátækradømi í Føroyum.

At støðan er, sum hon er, er í stórari andsøgn við tey avrik og ta ábyrgd, sum samfelagið væntar av okkum, og úttalaða ynskið hjá politikarunum og myndugleikunum um inklusión í námsfrøðini – og eitt inkluderandi samfelag annars.

Stóri samfelagstýdningurin av námsfrøðiliga arbeiðnum varð undirstrikaður av Súsonnu Olsen, stjórnmálafrøðingi, sum var gestarøðari á aðalfundinum.

Um arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum og námsfrøðiligum hjálparfólkum segði hon millum annað, at longu nú, og í tíðini sum kemur, er hetta økið mikið útsett, tí vælferðarstaturin er í einari áhaldandi fíggjarligari klemmu. Hetta rakar tann almenna sektorin, og námsfrøðiliga økið er einki undantak. Sparingar, samanleggingar og onnur átøk fyri at laga seg til trýstið “meira fyri minni” stendur í andsøgn við, at námsfrøðiliga arbeiðsøkið fevnir um alsamt vaksandi kompleksar uppgávur, og ein teirra er ynski og krav um inklusión.

Við øðrum orðum, vilja vit eitt samfelag, har øll hoyra til, og tryggar karmar um allar samfelagsborgarar, so mugu somu karmar um okkara námsfrøðingar og námsfrøðiligu hjálparfólk eisini styrkjast og tryggjast.

Lønin skal í samsvar við ta ábyrgd, vit leggja á tey, og tær væntanir, vit seta teimum!

Á aðalfundi 11. apríl 2015

Føroya Pedagogfelag

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið