Viðmerking til Dánjal Hansen
Eg ætli mær á ongan hátt út í nakað blaðkjak við Dánjal, tí tað hevur einki positivt við sær, men heldur koma við nøkrum viðmerkingum.
Fiskiárið 2009/2010 vóru 71 fiskiloyvir útskrivaði í bólki 5A, eftir tí gomlu skipanin.
Fiskiárið 2010/2011 vóru útskrivaði 75 loyvir í sama bólki, eisini eftir gomlu skipanin.
Men á sumri 2011 verður lógin broytt soleiðis, at ein bátur skal hava fiskað í álmanakkaárinum 2010 fyri minst 400 tús.kr. Fyri at fáa eitt A-loyvið tann fyrsta sepembur 2011.
Hetta hevði við sær, at bert 43 A-loyvi blivin útskrivað 2011/2012.
Verður hendan lóg ikki broytt, kunnu vit vænta fyri fiskiárið 1012/2013 at talið á A-loyvum bert vera eini 20-30 í tali, orsaka av at álmanakkaárið í 2011 var munandi verri fiskiár hjá smábátum enn í 2010.
Tá kunnu okkara mótstøðumenn ‘’POLITIKARAR og BÚSKAPARFRØÐINGAR’’ rópa upp um, at tað er luft í systeminum, og skerja dagarnar í bólki 5 enn meira.
Hyggja vit eitt sindur nærri enn eftir bólki 5A síggja vit, at tað eru næstan bara teir stóru línubátarnir í bólkinum sum hava fingið A loyvi, sjálvur veit eg bert um 6 snellubátar við A-loyvi, sjálvt um tað eru fleiri aðrir snellubátar sum bert hava útróður til livibreyð.
Vit kunnu taka Sandoy, har er bert eitt A-loyvi útskriva, tó eru fleiri menn ið hava bátar og royna at lívbjarga sær við útróðri, tí eingin onnur inntøka er at fáa hjá teimum – einki frá Als og eingin Mynstaforvinningur, hvat skulu teir tá liva av? Tá felagsdagarnir í 5B eru brúktir.
Taka vit Vágar, so eru bert 3 A-loyvir har, 2 í Sørvági og eitt í Miðvági, sjálvt um nógvir menn fáast við útróður har.
Í Norðstreym er bert tað eina A-loyvi.
Vónandi verður inntøkumarkið flutt niður í 200 tús. kr fyri eitt A-loyvi og vísa útrokningar tá, at tað verða millum 55-65 a-loyvir, og eru vit tá á sama tali, sum Dánjal sigur er tað rætta.
Tá ið A-loyvini eru komin niður til 20-30, tá er heimaútróðurin farin til bakka, og vorðin eitt frítíðarítriv.
Eg skal ikki gera tað meira torført, men haldi at Dánjal og eg eru rættuliga samdir í hesum málið.
Mortan Johannesen, útróðrarmaður
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |