Klakkur gjørt ein góðan túr

06-02-2012 10.42.29

Klakkur landar 185.000 pund í Klaksvík ímorgun


- Tað kennist væl at koma heim við fullari last – serliga tí ein veit at tað altíð koma vánaligir túrar inn ímillum sigur Líggjas Jóhannesen í samrøðu við Norðlýsið í morgun

 

Í morgun leggur Klakkur 185.000 pund upp til Kósina. Størsti parturin er longa og brosma. Klakkur hevur roynt á djúpum vatni eystanfyri í einar 14 dagar.

 

- So at siga øll lastin verður seld til Kósina og prísurin er samuligur hóast hann kundi verið hægri. Vit hava gjørt ymiskar broytingar umborð á skipinum og komu tí eitt sindur seinri í gongd í ár og hava gjørt einans tveir túrar. Tann fyrri var sera vánaligur – men soleiðis er tá tú fæst við fiskiskap. Veðrið hevur verið brúkiligt, men nú er harður streymur so vit fara ikki út aftur fyrr enn hósdagin.

 

Kelda: nordlysid.fo


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin