Skulu byggja nýtt skip fyri Kanstadfjord

25-07-2012 09.00.00      viðmerkingar

Hetta skipið var herfyri selt til Klaksvíkar


Felagið Ytterstad skal byggja nýggjan Kanstadfjord, sum var seldur til Klaksvíkar í summar.

 

Skjót søla

 

Sølan av Kanstadfjord gekk skjótt fyri seg. – Vit fingu ein fyrispurning úr Føroyum og í leypi av einari viku varð skipið selt, sigur reiðarin, Magnus Ytterstad. Spurdur um tað var rætt at selja til eitt land, sum liggur í makrelkríggi svarar Magnus stutt og greitt – ja, tí hetta er rein forrætning.

 

Á svartalista

 

Fyrrverandi Kanstadfjord kann koma á svartalista av norsku myndugleikunum tá ið hann fer at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Og fyrrverandi reiðarin, Magnus Ytterstad avsannar, at skipið er leigað til Føroyar.

 

Nýtt navn

 

Nýggi eigarin av Kanstadfjord, JFK hevur sum kunnugt navngivið skipið til Slættaberg og skipið fer at fiska makrel og vera móttøkuskip á føroyskum leiðum í summar.


© - Sandportalurin