Reiðaríið Ruth í Hirtshals skal hava nýtt skip

02-02-2012 18.43.24

- Vit fara at byggja eitt minni skip, sigur Gullak Madsen í samrøðu við Dimmalætting


Terji Nielsen, journalistur á Dimmalætting hitti herfyri kvívíkingin, sum hevur búð í Hirtshals í gott 25 ár Gullak Madsen sum eisini eigur í reiðarnum Ruth 

 

Við Dimmalætting sigur Gullak, at teir eru í holt við at byggja eitt skip afturat og hetta skipið skal fiska hvítfisk. - Tað er ikki gjørdur nakar sáttmáli enn, men tað er nær við, sigur Gullak.

 

Skipið verður hálvansjeyda metur breitt og eini 15 metrar langt og skal byggjast í Hvide Sande og kvotan til skipið er longu keypt

 

- Orsøkin til hetta skip er, at tað gongur væl í reiðarínum, at rúm er fyri at fara undir annan fiskiskap, sigur Gullak Madsen ið hevur búð 25 ár í Hirshtals og stórtrívast


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin