Nógvur ungur makrelur í Norskahavi
|
29-08-2012 13.00.00
|
  
 
viðmerkingar
|
|
Makrelroyndin í Norskahavi vísti, at makrelur nú er nú ógvuliga víða um í havøkinum.
Granskarar úr Noregi, Føroyum og Íslandi eru komnir við einari stovnsmeting fyri makrel, ið byggir á trolveiði í Norskahavi. Metingin sigur 5,1 milliónir tons, men av tí at teir ikki hava verið allastaðni og kannað, meta granskararnir, at stovnurin er undirmettur, veit norski Havgranskingarstovnurin at siga á heimasíðu sínari.
Meir enn fyri tveimum árum síðan
Granskararnir kannaðu eitt 1,5 milliónir km2 stórt øki, sum er meir enn fýra ferðir støddin á Noregi.
– Ófullkomnir kanningarmøguleikar í ein norðan, vestan og sunnan gera, at talann er um eina undirmeting, tá ið nú verður staðfest, at stovnurin verður mettur til 5,1 milliónir tons, sigur granskarin Leif Nøttestad frá norska Havgranskingastovninum. Hann var kanningarsamskipari hjá teimum fýra skipunum úr Norgi, Íslandi og Føroyum og fyristøðumaður á norska gransingarskipinum «G. O. Sars».
Metingin er gjørd við standariseraðari trolinng uppi í sjónum (pelagisk), og tilsvarandi metingin í 2010 gav 4,8 milliónir tons av makreli.
– Stovnurin er tryggur og tykist halda seg javnan. Vit sóu serliga nógv av tvey ára gomlum makreli, tað gevur góðar vónir fyri framtíðina, sigur Nøttestad.
Sildin má bøta
Kanningarferðin vísir, at makrelurin breiðir seg út um størri og størri partar av Norskahavi og havøkinum, sum er Norskahavinum næst. Hesin bráði stovnsvøksturin hevur tað við sær, at sildin má bøta afturfyri. Sildin verður trokað burtur til ytstu útryðjurnar í hesum havøkinum.
– Vit síggja framvegis lítið æti í Norskahavi. Tað verður tí umráðandi at kanna lutfallið millum pelagisku fiskastovnarnar í hesum økinum, sigur Nøttestad við heimasíðuna hjá norska Havgranskingarstovninum.
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |