Thor í Hósvík við í boring hjá Statoil í Føroyum

01-02-2012 08.35.29

Dótturfelagið hjá Thor í Hósvík, "Esvagt-Thor" hevur skrivað undir sáttmála við Statoil í sambandi við komandi boringina á føroyska landgrunninum.


Avtalan sigur, at eitt av skipunum hjá Esvagt-Thor reiðaríinum, Esvagt Connector skal vera atstøðuskip/standby boat hjá Cosl Pioneer boripallinum, tá hesin fer at bora í summar. Talan er um eitt sokallað fleirnýtsluskip/multipurpose vessel, sum er vælegnað til uppgávuna.

 

“Vit eru bæði stoltir og glaðir um at hava fingið tillutað hesa avbjóðandi uppgávuna, og vit vilja gera okkara besta fyri at gera arbeiðið til lítar”, sigur sjtórin í Esvagt-Thor, Gunnbjørn Joensen við oljan.fo.

 

Føroyska fyritøkan hevur fingið sáttmálan í kapping við aðrar fyritøkur.


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin