Norski línuflotin á einum vegamóti

05-02-2012 10.33.32

Barentshavið heldur línuflotanum uppi í løtuni.


Norski línuflotin, sum fyri heilt nógvum árum síðani taldi 80 skip, men sum í dag telur um 35 skip má helst lækka enn meiri skal flotin klára seg. Hetta meinar Knut Arne Høyvik ið hevur balst á sjónum í nógv ár..

 

Línuflotin hevur altíð kravt nógv fólk, men tað hendi kortini ein broyting tá norðmenn funnu fram til egningamaskinuna, men tað er ikki nokk, heldur Knut Arne Høyvík. Tað má gerast enn meiri fyri at spara fólk umborð skal línuflotin hava nakran livandi kjans at bera seg.

 

- Línuskipini fiska nógv av brosmu og longu og prísurin er sum heild alt ov vánaligur og her má gerast meiri fyri at fáa betri prís fyri fiskin, sigur Knut Arne.

 

Í dag heldur Barentshavið línuflotanum uppi, tí har er "óvanliga"  nógvur toskur at fáa í løtuni.


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin