Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Veiðuloyvi fella burtur, so veiðutjóðar fáa møguleikan.





Hoyrings-skrivið, sum samgongan leggur upp til, hevur millum annað tað í sær, at nú skulu veiðuloyvir falla burtur.

Havandi í huga, at Fiskimálaráðið als ikki klárar at umsita tey veiðuloyvi í nú eru, kunnu vit bara vænta uppaftur størri órógv í fiskivinnuni.

Sum er, vera hvørki kunngerðir og lógir viðgjørdar til tíðina. Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at Fiskimálaráðið haltar langt aftaná. Hetta viðførir, at skip mangan ikki sleppa at fiska, tá ið tað loysir seg best fyri tey.

Tá veiðuloyvi fella burtur, so verður eitt fiskiloyvi latið í staðin, til ein og hvønn sum hevur hug at bjóða seg fram. Har kunnu fólk uttan førleikar bjóða uppá tað, sum stórur partur av verkamannafjøldini skal liva av. Har ímillum veiðutjóðar. Hetta ger eisini, at verkamannafjøldin er sera stúrin um sína framtíð.

Tá so stór óvissa er í tilmælinum, sum liggur á borðinum, verður mælt til, at tað undir ongum umstøðum verður lagt fram.



Jan Højgaard

Føroya Fiskimannafelag

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið