Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Vakurt listaverk á Rættarsteini.







Í vikuskiftinum er vakurt listaverk avdúkað á Rættarstein á Sandi ið sigst vera størsti steinur á Sandi. Steinurin stendur á Bartalstrøð – undir Kvíggjum ella tætt við Gróthúsvatn. Tað eru konur í økinum, ið hava bundið uppá steinin í vetur.

Tað var Sandoyar kunningarstova, sum skipaði fyri tiltakinum sunnudagin og væl av fólki møttu upp og tiltakið eydnaðist sera væl.

So vilja vit mæla øllum til og ikki minst teimum ferðandi at hyggja eftir Rættarsteini.

Fleiri myndir síggjast á Facebook – hjá Sandoyar Kunningarstovu

Mynd: Sandoyar Kunningarstova

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið