Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Útoyggjastevnan verður á Kirkju







Stevnan verður hildin 29 juni 2013 úti í Fugloy

Nú er avgjørt, at Útoyggjastevnan 2013 skal vera á Kirkju í Fugloy, tann 29´inda juni. Fundur var nú um páskirnar í Fugloy, og har var avrátt at tey taka sær av at fyriskipa stevnuna í ár. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar og serliga verður dentur lagdur á, at fáa stórstu avbjóðingina, sum tað er at fáa fólki til og av oynni, at rigga væl.

Seinasta ár var stevnan í Svínoy. Hon var sera væl eydna, við undantak av, at fløskuhálsur kom í flutningin av fólki.

Stevnan í ár, fer at vísir tað sermerkta við Fugloynni fram, eitt nú: søgu, mentan og siðvenju. Meira verður at frætta seinni um skrá og flutning her á síðuni skrivar heimasíðan hjá Útoyggjafelagnum

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið