Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Útoyggjafólk mugu hava ræðið á jørðini









Nú mugu tey, sum búgva í útoyggjunum fáa betri umstøður at hava seyð.

Tað er endamálið við eini verkætlan, sum Útoyggjafelagið nú fer undir, sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum, við Sosialin hetta vikuskiftið.

Hon staðfestir, at seyðahaldið er grundarlagið undir útoyggjunum, men umstøðurnar at hava seyð á útoyggj, eru vánaligar.

Olga Biskopstø heldur, at minstakravið má vera, at tað er brúksskylda á jørðini á útoyggj.

Tað merkir, at jørðin skal ikki sleppa at liggja óvirkin. Brúkar tann, sum eigur hana, ikki, skulu tey, sum búgva á útoyggjunum, hava rætt til at brúka hana.

Men í hesum sambandi hugsa tey eisini um at taka upp samstarv við bøndur uttanlands fyri at fáa hugskot til, hvussu seyðahaldið í Føroyum kann mennast fakliga.

Endamálið við tí er at fáa meiri burtur úr kjøtinum og seyðahaldinum annars.

- Sum støðan er nú, loysir tað seg als ikki fíggjarliga at fáast við seyð og skal jarðarbrúk á útoyggj hava nakra framtíð, verður tað neyðugt at skipa tað soleiðis, at tað kastar nakað av sær, sigur Olga Biskopstø.

Men tað verður eisini neyðugt at fáa broytt jarðarlóggávuna.

- Tá ið jarðarlógin varð broytt, skuldi eitt endamál vera at leggja jørðina saman í størri brúk. Samstundis varð festijørðin gjørd umsetilig.

- Tí mettu vit, at so hvørt, smá festi vórðu leys, vórðu tey løgd saman við einum øðrum festi fyri at fáa burðardygg jarðarbrúk, sigur Olga Biskopstø. Hetta segði Olga í summar í samrøðu við Sosialin.

Men hon sigur, at gongdin hevur verið akkurát tann øvugta

Olga Biskopstø sigur, at í hesum liggur eisini, at verður festijørð á útoyggj handlað, mugu tey, sum búgva á útoyggj í kappbjóðing við onnur um jørðina og tá er skjótt, at ræðisrætturin yvir jørðini fer av oynni.

Hetta halda tey á útoyggj er ein sera hættislig gong, tí útoyggjarnar mugu ikki enda sum tað bera frítíðarítriv hjá fólki á meginlandinum.

- So er liðugt á útoyggj, tí tá ið tað ikki ber til at hava landbúnað á útoyggj, eru heldur eingi livilíkindi har, sigur Olga Biskospstø.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið