Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Um nýggju útgávuna





Í hesum døgum hava umboð fyri Dansk Bibelselskap verið í Føroyum og vitjað, í hesum sambandi hava vit hoyrt um eina nýggja útgávu av Nýggja Testamenti á gerandismáli, sum er ein umsetan av donsku nt.`Den Nye Aftale`

Søgan aftanfyrði hesa nt. `Den Nye Aftale`er ræðandi, tí meti eg verða rætt, at greiða frá upprunanum til hesa sokallaðu Hitler bíbliu.

Tá eg fyrstu ferð hoyrdi um atlaðina,at útgeva hesa NT.á Føroyiskum á sumri 2015 vendi eg mær til Hera Tróndheim og gjørdi hann varðan við forsøguna til hesa NT.Den Nye Aftale. Eisini gav eg Bergur Debes Joensen presti, Jógvan Fríðrikson bispi og Paula Høj samkomuleiðara .

Eina stutta frágreiðing um mína vitan um hesa NT.

Síðani havi eg ikki hoyrt nakað aftur og helt tí, at hon ikki bleiv útgivin kortini, sum eg eisini havi glett meg yvir.

Men nú kemur undan kavi, at hon skal gevast út í heyst, men vóni eg ikki tað.

Havið spurgt Hera Tróndheim um hann hevur fylgt neyvt donsku útgávuni av `Den Nye Aftale`og svarið eg havi fingið er. At tað hevur hann, hansara uppgáv varð at umseta NT. Og nú er hon latin Føroyska Bíbliufelaginum, Har Bergur Debes Joensen er formaður, og eg veit ikki um hann hevur rættað allar villeiðingurnar í Donsku útgavuni?.

Tað letur seg ikki gera í stuttum, at greiða frá um hesa `Den Nye Aftale` “Nýggja Avtalan” og vil eg biða lesarin berða yvir við tí.



Ikki hugsi eg, at nakar føroyiskur prestur í dag vildi verði til staðar ímillum ein flokk av ekstremt radikalum, protistantiskum nazi-gudfrøðingum prestar og biskupar, ið hendan sunnudag um miðdsgsleiti 6. Mai 1939 savnaðust á tí søguliga Wartburger Slotti í Týskalandi, fyri at lutaka í hátíðarhaldinum og ceremonini av tí institutti ið skuldi syrgja fyri, at øll jødisk ávirkan bleiv útsletta, í tí Týsku kirkjuni. Men tað er ein óreingjandi verðunleiki, at danskir gudfrøðingar (teologar) miðvíst hava lagt hándina á sama svarta nazi-plógvið tá í teir í 2007 gjørdu álvara av, at útgeva eitt “Ísraelsfrítt” `Nýggja Testamenti`kallað `Den Nye Aftale`.Hesir donsku samstarvsfelagar í Danska Bíblioselskapinum hava við vissu ikki havt somu ræðuligu atlanir (intensjónir)-men teir hava ikki hildi seg aftur í at gerða ræðandi (ekstremar) broytingar í síni sokallaðu `umseting` av NT Tí teir hava hervið viðvirkað til útbreiðslu av sama ónda sáði ið fyri einum mansaldri síðani `narum útruddaði Ísraels børn í Europa-og sum opinlýst miðaðu eftir at skapað eitt nýtt bíbilskt og lituriskt tilfar, ið skuldi vísa landsind íbúgvarum, hvat rættur kristindómur var , og hvat tann Týska kirkjan stóð fyri. Hesir donsku gudfrøðingar og bíbliotýðara vildu neyvan -trúgvi eg-havt luttikið beinleiðis í tí ræðuligu forfylging ið yvir seks ár sum marran reið yvir Europa og arðar heimspartar- men teir hava aktivt tikið lut í úbreiðsli av einum verkið, ið á mangan hátt líkist `Hitler-bíblini, tað Nýggja Testamenti, ið hin maidag 1939 verð spreitt út frá Wartburg. Nú tykist, at sama ferð at henda viðvíkjandi sokallaðu Hitler-bíbluni í Føroyum.

Vildi ynkst, at Bergur Debes Joensen alment gav útmelding um, at hendan Útgávan ið atlandi skal koma út á Føroyiskum í heyst verður skrínløgd og aldrin kemur aftru fyri ein dag, Um ikki vil eg biðja Vága Portalin geva mær rúm fyri øllum teimun óskiljandi villleiðingum í eru í `Den Nye Aftale. Bert eittans dømi. Umleið 80 ferðir er orðið Ísrael sletta sjálvt um tað stendur í grundtekstinum.

Við heilsan Immi

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið