Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Trolararnir hava vánaligan fiskiskap







Eysturbúgvin, sum byrjaði túr fyri viku síðani letur illani at fiskiskapinum. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum samtrola eftir upsa, eru í løtuni staddir á Sandoyarbankanum. - Vit hava roynt á Munkagrunninu, Suðuroyarbankanum, Nólsoyarbankanum, Fugloyarbankanum og nú eru vit her á Sandoyarbankanum, men her sær onki út greiðir skiparin okkum frá í telfonini. Trý onnur pør royna eisini á Sandoyarbankanum í løtuni og tey eru Heykur og Falkur, Bakur og Stelkur, og Jaspis og Ametyst, men ikki er greitt hvat hesi skipini fáa.

Hetta er annars fyrsti upsatúrurin hjá Eysturbúgvan og Vesturbúgvanum í heyst. Trolararnir hava roynt eftir gulllaksi í vár og í summar og tað hevur gingið væl.

Trolararnir landa mánamorgunin.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið