Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Tráðleysur pacemakari hjálpir hjartasjúklingum





- Nú sovi eg um náttina og hava fingið kreftirnar aftur, sigur 70-ára gamal sjúklingur, sum hevur fingið nýggjan tráðleysan pacemakara.

Hjartalæknar á Aalborg Universitetssjúkrahúsi hava sum teir fyrstu í Danmark fingið góð úrslit við einum nýggjum slagi av mikro-pacemakarum.

Nýggi tráðleysi pacemakarin hjálpir hjartasjúklingum, ið fyrr fingu hjáárin av leidningum.

- Eg hevði trupulleikar við, at allur kroppurin hoppaði, so eg ongantíð fekk náttarfrið, sigur 70-ára gamli Orla Klarborg við DR Nyheder.

Hann er ein av trimum sjúklingum, sum á Aalborg Universitetssjúkrahúsi við skurðviðgerð hava fingið ísettan ein tráðleysan mikromóttakara til ein pacemakara í vinstra hjartakamari, har hann sjálvur ger seg fastan og verður sitandi - uttan leidning.

Kann nú fara útum

Orla Klarborg hevði frammanundan ein vanligan pacemakara við leidningi inn í hjartað. Álvarsama hjáárinið av leidninginum var, at ravmagnsatløgurnar eisini stimbraðu flagbróstið, so hann lá og "hoppaði" um náttina.

Men nú, við lítla pacemakaranum uttan leidning, svevur hann betri og orkar meira um dagin.

- Eg havi fingið fleiri kreftir og kann ganga mær ein túr uttan stórvegis lufttrupulleikar, sigur 70-ára gamli sjúklingurin.

Fimti hvør hevur hjáárin av leidningum

Vanligi pacemakarin við einum leidningi niður í vinstra hjartakamar hevur hjáárin, sum raka umleið tjúgu prosent av sjúklingunum.

- Talan kann vera um ravmagnsatløgur, sum hjá Orla Klarborg. Ella aðrar tvørleikar sum tildømis bløðingar kring hjartað, tí hol kann koma á æðrarnar, tá leidningarnir verða settir inn, greiðir Sam Riahi, yvirlækni á kardiologisku deildini, frá.

- Fyrimunurin við nýggju skipanini er eisini, at nú slepst undan vandanum fyri ígerðum á leidninginum inn til hjartað, tí ongin leidningur er, leggur hann aftrat.

Seks sjúklingar við nýggjum pacemakara

Teir tríggir sjúklingarnir, ið eru skurðviðgjørdir, eru teir fyrstu í Danmark. Og nummar 11, 12 og 13 í Evropa, sum fáa nýggja tráðleysa pacemakaran.

Tá mars er av, hava seks sjúklingar á Aalborg Universitetssjúkrahúsi fingið lítla pacemakran ísettan beinleiðis í vinstra hjartakamar - uttan leidningar.

Fyribils stendur 15 sjúklingum í Norðurjútlandi í boði at fáa ein mikro-pacemakara.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið