Uriah Heep kvøld við John Lawton + Deiggj í Norðurlandahúsinum
Teir sum eru við Deiggj eru Páll Lave, Dennis, Lave, Sverri Heinesen, Pætur Mohr Dam, Rani H. Christiansen og Fróði Vestergaard. Tøknikur er Jónas Block Danielsen.
Tíðindaskriv
Fyrsta vikuskiftið í februar 2012 fáa føroyskir Heep fjepparar og onnur aftur møguleika at uppliva John Lawton, fyrrveranda sangara í Uriah Heep ,saman við føroyska rockbólkinum Deiggj, sum í september høvdu spælt saman í heili 30 ár.
John Lawton og Deiggj spældu fyrr í ár á stóra Jelling Festivalinum í Danmark. Henda konsertin gekk sera væl og avgjørt var tískil, at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum í 2012. John Lawton og Deiggj høvdu eina konsert í Sjónleikarahúsinum í Havn í 2010. Henda konsertin varð seinni send í sjónvarpinum nýggjársdag.
Lawton avloysti Byron
John Lawton var sangarin sum loysti av David Byron í 1976. Lawton hevur innspæld fleiri hitt við Uriah Heep frá 1976-1979. Nevnast kunnu løg sum t.d. Free me, Wiseman, Hanging tree, Symphaty, Firefly, Come back to me, o.fl.
Kvinnuligir gestasangarar og nýggj skrá
John Lawton og Dennis Lave o.fl. í Deiggj fara at syngja fleiri av gomlu Heep hittunum, eisini tey sum upprunaliga vórðu innspæld av David Byron og Uriah Heep fyrst í sjeytiárunum. Onkur onnur heep løg verða at hoyra á konsertini og hartil verða 3 kendir føroyskir kvinnuligir gestakórsangar við á konsertini. Hesar eru Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen.
Ætlanin er at hava nakrar venjingar saman við John Lawton áðrenn konsertina leygarkvøldið, 4 februar.. Deiggj hava síðan Jóansøkufestivalin 2007 spælt ein hóp av Uriah Heep løgum í Føroyum og uttanlands, bæði einsamallir og saman við John Lawton. Lagt verður upp eitt brak av einari standikonsert í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerkjasølan byrjar týsmorgun
Konsertin byrjar klokkan kl. 21.4. Dyrnar og kaffistovan Borðkrókur í Norðurlandahúsinum lata upp klokkan 21.00. Atgongumerki verða at fáa týsdegnum 29 november klokkan 10.00. Meira verður at frætta um konsertina á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. www.nlh.fo
Hotel Tórshavn stuðlar konsertini og møguleiki verður at fáa serpprís uppá gisting hetta kvøldið.
Teir sum eru við Deiggj eru Páll Lave, Dennis, Lave, Sverri Heinesen, Pætur Mohr Dam, Rani H. Christiansen og Fróði Vestergaard. Tøknikur er Jónas Block Danielsen.
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |