Klubb 188 í Hoyvík sendir beinleiðis frá DJ-Show á internetinum fríggjakvøldi.

25-01-2012 17.00.00

Rúsfrítt og ókeypis tiltak Klubb 188


Tíðindaskriv:

 

Klubb 188, fer nú fríggjakvøldi at hava DJ- Show fyri ungdominum. Tiltakið verdur fyri ungdómi frá 7 flokki og upp til 18 ár.

 

Tiltakið er sjálvandi rúsfrítt og ókeypis.

 

Vit fara, sum eina nýggja roynd, at streyma beinleiðis gjøgnum internetið partar av tiltakinum.

 

Tit kunnu streyma tiltakið gjøgnum heimasíðuna hjá Klubb 188.

 

Leggjast skal aftrat, at tey ungu eru nú kunnaði gjøgnum facebook og á heimasíðuni hjá okkum, at vit streyma við ljóði, við livandi myndum frá tiltakinum nú fríggjakvøldið. So er tað upp til tey ungu sjálvi, um tey vilja síggjast og hoyrast beinleiðis á internetinum.

 

http://klubb188.com/2012/01/dj-show-i-klubb-188/.

 


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin