Holgar Jacobsen í TUTL

03-09-2010 15.20.28

Í dag kl 16.30, fer vágamaðurin Holgar Jacobsen fyri fyrstu ferð at framføra løg úr nýggju fløguni


Fløgan eitur Ongan veg”, sum júst er komin út á plátufelagnum TUTL. Hettar er fyrsta solofløgan hjá tí annars so vanda tónleikaranum, sum er kendur m.a frá Tinganest, Holgar og Villmenn og Ghost Riders.

 

Sum heitið á fløguni sipar til, so ætlar Holgar ongan veg at fara, og vil við fløguni staðfesta eina nýggja byrjan.

 

10. og seinasta lagið á fløguni “tíni eygu” er ogna konu Holgar Nomi, eitt innarligt og vakurt lag sum eisini verður at hoyra í TUTLhandlinum í dag.

 

Við sær hevur Holgar Jóan Jakku á Bass og Finnur J. Jacobsen á slagverk.

 

Konsertin sum verður í TUTLhandlinum byrjar kl. 16.30.

 

Meir um fløguna:

 

Tónleikarar á fløguni eru

Holgar Jacobsen: sang, el-gittar, akk gittar, dobro

Jóan Jakku Guttesen: bass

Rógvi á Rógvu: trummur, ásláttur

Finnur Hansen: tangentar, harmoniku, floytur, akk gittar og kór

Kór: Malan Thomsen

Orð og løg

Holgar Jacobsen (undantikið Ongan veg - orð: Jóhan Jakku Guttesen)

Lagt til rættis: Finnur, Holgar og Jóan Jakku

Upptøka

Finnur Hansen og Holgar Jacobsen. Upptikið hjá Finnur í Tórshavn og hjá Holgari í Sørvági

Mix: Finnur Hansen

Mastering: Finnur Hansen

 

Gestatónleikarar

Angelika Nielsen: viola á nr. 3 og 7

Ragnar Finnson: twang gittar á nr. 6

Ólavur Olsen: flugelhorn á nr. 10

Kápumynd: Amariel Norðoy

Fløguhúsi: Regin Davidsen


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin