'Guds nái meg ber' við teimum fýra úr Frelsunar Herinum
Tær Fýra við nýggjari fløgu
Tær fýr eru fýra ungar kvinnur, sum hava sungið saman síðan 2001. Tær eru allar herkvinnur í Frelsunarherinum, og tað er har, tær hava sungið mest. Tær hava sungið til møtir, útimøtir og onnur tiltøk innan samkomur, hjálparfelagsskapir og ellisheimir.
Tað er tann evangeliski sangurin um Jesus, sum er drívmegin. Við sær hava tær tónleikarar, sum eisini koma úr Frelsunarherinum.
Hendan fløgan er ætla sum ein "live"fløga. Her er alt tikið upp í einum, júst sum tað vildi verið at hoyrt tær sungið "live".
Endamáli við hesi fløguni er fyrst og fremst at royna at boða boðskapin um Jesus - íklæddan hetta slagi av sangi og tónleiki. Hjá teimum flestu, sum eru við á fløguni, er hetta fyrsta ferðin, at tey eru í upptøkuhølum. Eftir at hava sungið og spælt saman í mong ár, har nógv hava skundað undir eina fløgu, valdu tær at taka av tilboðnum frá Frelsunarherinum um at spæla eina fløgu inn.
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |