Fyrsta EP-in komin

31-01-2012 21.04.00

Fródi & The Pink Slips hava júst útgivið hesa EP´ina, sum er fyrsta stigið í framleiðsluni av nýggjari fløgu, sum kemur á marknaðin í summar.


Bólkurin hevur verið rættiliga virkin og nú er so nýtt komið frá teimum.

 

Bassspælari í bólkinum er Jan Jensen, sonur Fríðálvur Jensen, sum hevur røtur úr Sandoynni.

 

Hoyr frálíka lagið niðanfyri, sum eisini kann takast niður ókeypis á teirra heimasíðu:


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin