Fløguútgáva; 'Í andglettinum' við Kaj Klein

06-01-2012 14.50.27

Mánadagin 9.januar kemur nýggja fløgan hjá Kaj Klein út. Móttøka verður í TUTLhandilinum kl.16.30 har øll eru hjartaliga vælkomin.


"í Andglettinum" er síðsta útgávan í eini trilogi. Í 2005 kom út "Hálvt frá hálsi" við nýtulkingum av føroyskum klassikarum, í 2007 "úr Maskinrúminum" við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen og nú kemur seinasta fløgan í røðini, "í Andglettinum". Hesuferð er tað Kaj sjálvur, sum hevur skrivað alt tilfarið.

 

Á fløguni og á konsertini stillar Kaj upp við einum sterkum liði. Kaj Klein: Sang, guitar. Palle Hjorth. Orgul og tangentar Rune Kjeldsen Guitar Henrik Poulsen: Bass Søren Poulsen: Trummur og slagverk. Maria Guttesen og Lene Drachmann: røddir og slagverk.

 

Umframt at spæla við Kaj Klein spæla Palle Hjorth og Rune Kjeldsen eisini við the Savage Rose. Henrik Poulsen og Søren Poulsen spæla eisini við Peter Sommer. Eisini er eingin minni enn Maria Guttesen kórgenta. Tílskil er lagt upp til eina forkunnuga konsert við nýggjum føroyskum tónleiki og tónleikarum í serflokki.

 

UM KAJ

 

Hóast Kaj Klein kanska ikki er nakað húsarhaldsnavn í Føroyum hevur hann sera tøtt og sterk bond við tónleikalívið í Føroyum. Vit kenna øll hansara drúpu og karráu rødd frá barnafløguni Nósi, har hann syngur Busta tenn og Vestan fyri Mykines og vit kenna hansara melodiska gittarspæl frá perlum sum Sorgblíða Vestmanna frá hansara fyrsta solobandi Skot í 1986. Kaj, sum saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, stóð á odda fyri legendariska undirgrundsbólkinum Plastnoist hevur ríkað føroyska tónleikalívið, bæði við solofløgum og sum studioteknikari og produsari hjá t.d. Mold og maður:glotti. Hann gevur nú sína fjóðru solofløgu út.

 

ÚTGÁVUKONSERT Í SJÓNLEIKARHÚSINUM

 

Útgávukonsert verður í Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið 11. januar, klokkan 20.00 har Kaj við orkesti fer at framføra løg frá nýggju fløguni, umframt aðrar klassikarar úr skjáttuni. Atgongumerki til konsertina eru at fáa í Tutl á Káta Horninum.

 


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin