Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Tit mugu føðast av nýggjum!











Nikodemus svaraði Jesusi: “Hvussu kann hetta bera til?” Jesus svaraði honum: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.” (Joh. 3).

Orð Guds staðfestir, at menniskjan syndaði fyri fyrstu ferð ímóti Gudi í Eden. (1. Mós. 3). Blaða vit ein kapittul longur fram vóru vit longu ein mordaraætt. Síðan tá hevur ræðuliga syndafallið avskeplað alt í menniskjuni. Eitt ættarliðið fyri og annað eftir byrjar lív sítt, sum gamal liður og leivd, ið stavar heilt frá Ádam og Evu. Tá tey góvu Djevlinum atgongd og rúmd í sína tilveru, sprændi hann synd í teirra lív og fallið var stórt. Hetta hevði við sær, at djevilskur rotinskapur floymdi inn í likam, anda og sál menniskjunnar. Tað mest syrgiliga í øllum hesum er hetta, at Andi Guds, av góðum grundum mátti rýma úr menniskjuni. Tað hevði við sær, at likam menniskjunnar bleiv deyðiligt, at andi menniskjunnar sløknaði og mannasálin spiltist fullkomiliga. Tað vil siga, at allur skapningurin gekk til grundar.

Legg tær í geyma hetta, at Djevulin er upphav til alla synd. Og við Ádami kom syndin í øll menniskju, eisini føroyingar. Tað er ein einføld staðfesting, at vit ikki eru syndarar, tí vit synda. Nei tvørtur ímóti, støðan er so út av lagi vánalig, at vit synda, tí vit eru syndarar. Niðurstøðan er hendan, at øll menniskju verða fødd við synd og eru tíverri berarar av deyðiligari syndasjúku. (Rom. 3).

Men, lykilin til bjarging okkara finna vit í Luk. 19 og ljóðar soleiðis: “Tí Menniskjasonurin (t.e. Jesus) er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.” Hetta ber boð um, at Gud hevur fyrireika ein útveg burturúr syndini. Tað er at verða rættvísgjørd fyri einki av náði Guds, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. Tín partur er hesin, at ásanna fyri Jesusi, at tú persónliga hevur tørv á, at verða frelstur. At tú sigur Jesusi takk og av heilum hjarta tekur ímóti Jesusi við trúgv og viðurkennir Jesus sum tín persónliga Harra og frelsara.

Elskaði, tað framgongur púra greitt í orði Guds, at øll menniskju mugu føðast av nýggjum, fyri at koma til himmals. Í Joh. 3 lesa vit um akademikaran Nikodemus, ið fer ræðuliga skeivur, tá hann bólkar Jesus við aðrar vanligar lærarar við gudgivnum gávum. Hin falna náttúran í Nikodemusi speglast í málburðinum, tá hann í síni fólkaligheit, samanlíknar Jesus við eitt slag av doktara. Tíverri byrjaði Nikodemus sítt samskifti við eini lygn, hóast hann væl visti, at Jesus ikki hevði skriva nakra doktararitgerð, á heimsins falnu skúlum. Tað sæst týðuligt í tekstinum, at Jesus avdúkar Nikodemus. Tískil byrjar Jesus beinanvegin, at sannføra Nikodemus um hansara persónliga tørv á syndanna fyrigeving og frelsu. Góði, gev boðskapinum gætur, tí Harrin Jesus heldur seg altíð til fakta. Hann sigur Nikodemusi allan sannleikan, at hann má føðast omanfrá, um hann veruliga ynskir, at síggja ríki Guds.

Jesus leggur afturat hesi undurfullu orð, at Nikodemus má føðast av “vatni og Anda” fyri at koma inn í ríki Guds. Í stuttum merkir “vatni” hetta, at Jóhannes doyparin doypti umvendingardóp við vatni. Tað vil siga, at dópur Jóhannesar fyrireikaði øll tey, sum vóru lýðin og vendu um. Hesi byrjaðu beinanvegin eina persónliga fyrireiking, at møta Jesusi sum Kristus t.e. Messias. Við øðrum orðum, dópur Jóhannesar peikaði á undurfullan hátt, fyrst og fremst FRAM ímóti Kristusi. Dópur Jóhannesar var bundin at umvending og var samstundis ein almenn játtan (gerð) hjá einum menniskja, ið persónliga væntaði, at Kristus fór at koma skjótt. Í dag kunnu kristin menniskju frøast um hetta, at jødarnir, sum vóru lýdnir og lótu seg doypa í Jordan, og sum bíðaðu eftir Kristusi – sanniliga, sanniliga fingu náði til, at møta sínum frelsara. At “føðast av Andanum” merkir í stuttum hetta, at tey sum veruliga vóru umvend í dópi Jóhannesar, eisini vóru doypt við Heilagum Anda á Hvítusunnudegi. Tískil peikaði dópur Jóhannesar eisini FRAM ímóti tí lovaða dópinum í Heilaga Anda Guds.

Nakað seinni í orði Guds læra vit hetta, at annar dópur t.e. kristin vatndópur verður settur á stovn. Tey sum eru lýðin gleðiboðskapinum um dýrabaru frelsuna í Harranum Jesusi, verða sjálvandi frelst við trúgv á Hann. Eftirfylgjandi skulu tey lata seg doypa kristnan vatndóp. Hin kristni vatndópurin mótvegis dópi Jóhannesar peikar yndisligt AFTUR á Kristus – sum jú kom niður til okkara. Kristni vatndópurin hevur samband við persónligu endurføðingina í Heilaga Anda Guds hjá tí einstaka. Og hin frelsti hevur allar grundir til at syngja, “eg eri føddur av nýggjum, og tí lati eg meg doypa kristnan vatndóp, ið er mín persónliga játtan til almenningin, at Kristus býr í mínum brósti!” Tí er hin kristni vatndópurin ein vitnisburður, sum umframt peikar aftur á Kristus, eisini peikar AFTUR á hin persónliga dópin í Heilaga Anda Guds, ið hátíðarliga lýsir endurføðingina.

Fyri ordans skyld skal eg upplýsa tær, at hin kristni vatndópurin í orði Guds, IKKI skal samanlíknast við barnadóp í føroysku fólkakirkjuni. Barnadópur er rætt og slætt skrúvaður skeivt saman frá A til Z og kann ikki verjast útfrá orði hins livandi Guds. Summir gudfrøðingar skriva bók og royna soleiðis at verja barnadóp. Trúgv mær, tann uppgávan er til fánýtis og deyðfødd, áðrenn byrjan uppá fyrstu blaðsíðu. Góði, barnadópur er eitt eldfimt evni fyri mong, men tað er altíð gagnligt fyri øll, at sannleikin um Guds fulla ráð kemur fram í ljósið. Tað kann taka upp til ártíggjur, áðrenn fólk loyva Harranum, at opinbera sær guddómligir sannleikar – eisini tá talan er um kristnan dóp.

Í byrjanini í Joh. 3 lesa vit hetta, at fariseararnir við Nikodemusi á odda, ikki høvdu lurta eftir Jóhannes doyparanum. Ei heldur vildu teir kennast við Jesus Kristus, sum jødarnir leingi høvdu bíða eftir. Hetta hevði við sær, at Nikodemus fekk greið boð frá Jesusi, at trúgva vitnisburði doyparans og lata seg doypa (umvendingardóp) í ánni Jordan. Og harnæst viðurkenna Jesus sum Kristus (heimsins frelsara) og ikki verða falskur og samanbera Kristus við ein tilvildarligan doktara í hesi falnu verð. Tí frelsan í Kristi Jesusi er dýr og ikki fátæk. Góði, frelsan er ókeypis, fyri hvønn tann, sum er lýðin og vil venda sær í trúgv ímóti Golgata og hyggja uppá krossin, har Jesus hin elskaði hekk. Hann doyði fyri heimsins synd og reis uppaftur eftir trimum døgum. Soleiðis gjørdist Jesus vegurin inn í himmalin. Men eingin kemur automatiskt inn á veg Kristusar – heldur ikki eftir barnadóp. Vit mugu øll taka okkara persónligu avgerð her í lívinum og annaðhvørt velja vit Jesus og fylgja honum eftir ella vraka vit Jesus, ið er einasti vegurin inn í himmalin.

Við fokus á persónliga tørvin á endurføðing, kunnu vit siga hetta, at fólk sum venda sær til Jesus við einum opnum sinni og erligum hjarta, og sum biðja Jesus um fyrigeving syndanna við tøkk, verða sanniliga fødd av nýggjum. Sambært Tit. 3, 3 – 5 frelsti Jesus tey, sum einaferð vóru skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum, tey sum livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.

Men tá ið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskjuni vórðu opinberað, frelsti Jesus tey, “ikki fyri rættvísiverk, ið tey høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum.” Útgangsstøði í andaligu støðu okkara er so vánaligt, at tørvur er á frelsu í einum heilt serligum andaligum baði. Og soleiðis verður ein føddur av nýggjum og nýggjur skapningur í Kristusi. Og síðan flytur Heilagi Andi Guds inn í viðkomandi.

Tað er undurfult og lívgandi, at lesa í Orði Guds um Hansara ríku náði. Tí vit skulu einans hyggja uppá á krossin og siga, “Jesus kom inn!” Og blóð Jesusar, ið er Guds heilaga góðska, reinsar okkum frá allari synd – í allar ævir. Øll menniskju hava tørv á syndanna fyrigeving og at verða vaskaði í dýra blóði Jesusar. Á undurfullan hátt vaskar Heilagi Andi Guds dýrt keyptu frelsuna í Kristi Jesusi inn í menniskju aftur. Og tað er vert at vita, at Heilagi Andi Guds einans ger eftir boðum Jesusar.

Tástani skilja vit betri hvussu nágreiniligt orð Guds er. Tí vit lósu, at Jesus frelsir menniskju eftir miskunn Síni, “við baði endurføðingar í Heilaga Andanum.” Tá eitt menniskja er drigið ígjøgnum bað endurføðingar, staðfestur orð Guds hetta, at viðkomandi er endurføddur. Góði, tá Jesus er liðugur at baða tær í baði endurføðingar, tástani ert tú klárur, at taka ímóti elskuliga Anda Guds, ið flytur inn í lív títt, at búgva í tær. Heilagi Andin tendrar tín sløkta anda og fær gongd á títt andaliga lív. Tað hevur altíð verið ætlan Guds, at búgva í menniskjum, soleiðis at andi menniskjunnar skal liva í sátt og semju við Anda Guds. Hetta er einans møguligt í Kristi Jesusi, tí Hann er fullkomna svarið og loysnin uppá allar ósemjur.

Ikki nokk við hesum. Tí eftir miskunn Jesusar inniheldur hitt heilaga baði, sum áður nevnt í Tit. 3, 5, umframt endurføðingina, eisini eina veldiga “endurnýggjan í Heilaga Andanum.” Í stuttum merkir hetta, ein andalig viðgerð, ið varir við óbroytt. Ein verður eitt nýtt menniskja frá fyrsta degi og venjingin saman við Jesusi ger, at ein vaknar, sum ein nýggjur skapningur hvønn morgun. Tað er nágreiniliga soleiðis, sum Gud ætlaði okkum í fyrstani á tekniborðinum. Hetta merkir, at endurnýggjanin í teimum, sum elska Jesus, er eitt áhaldandi arbeiði hjá Heilaga Andanum – restina av endurfødda lívinum. Andaliga sæð, er hin frelsti deyður við Kristusi á Golgata og uppaftur staðin í Kristusi úr grøvuni. Tað vil siga, at hin frelsti bókstavliga er ein endurføddur, nýggjur og fullkomin andaligur skapningur í Kristi Jesusi og tískil syndafríur og heilur aftur í eygum Guds.

At enda vil eg fegin undirstrika boðskapin til Nikodemus við 2. Kor. 4, 16, ið lærir hetta, at um so útvortis menniskja hjá tí frelsta gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja hansara dag frá degi. Fyri mín part hvíli eg trygt í hesum, at orð Guds leggur dentin á hetta, og uttan mun til hvussu illa tað gongst í lívi mínum, fyri Jesusar skuld, so vil Gud treytaleyst, av fullum huga endurnýggja innvortis endurfødda menniskja í mær, hvønn tann einasta dag. Hetta eru yndislig lyfti og ógloymandi troyst fyri tey, sum hava sett sítt álit á Jesus, vit at trúgva og takka Jesusi fyri Golgata, at Hann tók teirra synd uppá krossin og sigraði á Djevlinum og vann teimum æviga frelsu. Takk og lov! Amen!

Í vón um, at tú verður føddur av nýggjum – ein nýggjur skapningur!



Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

ragnarludvig.blogspot.com

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið