Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Tíðin er fullkomin





11) Og rødd kom av Himli: "Tú ert Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til."

12)  Við tað sama dreiv Andin Hann út í oyðimørkina.

13)  Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan 40 dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnir tæntu Honum.

14)  Men eftir at Jóhannes var settur fastur, kom Jesus til Galilea og prædikaði evangelium Guds

15)  og segði: "Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!"

16)  Sum Hann nú gekk fram við vatninum í Galilea, sá Hann Símun og Andrias, bróður hansara; teir settu garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.

17)  Jesus segði við teir: "Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!"

18)  Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.

19)  Táið Hann var komin eitt sindur longur, sá Hann Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara; teir bøttu gørn síni í bátinum.

20)  Hann kallaði teir við tað sama, og teir fylgdu Honum og lótu faðir sín, Zebedeus, vera eftir á bátinum við daglønamonnunum.

Kelda: Markus 14

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið