Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Thorning Schmidt: Royna at fáa revsitiltøkini sett úr gildi







-Vit handla. Vit fáa úrslit. Tað er eisini galdandi í okkara ríkisfelagsskapi.

Tað segði Helle Thorning Schmidt, forsætisráðharri, m.a. í setanarrøðu síni í Fólkatinginum fyrrapartin, har hon m.a. umrøddi viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum.

-Eg haldi, tað er langt síðani, at ríkisfelagsskapurin hevur staðið við so mongum málum, ið vit skulu loysa saman. Men eg eri sannførd um, at tað vit kunnu í felagsskapi, er betri enn tað, vit kunnu hvør sær. Eisini tá vit eru ósamd, segði forsætisráðharrin og sipaði m.a. til ósemjuna millum Danmark og Grønland um ætlaðu uran-útvinningina í Suðurgrønlandi.

Um Føroyar segði hon:

-Vit samstarva í málinum um fiskikvotur til Føroya og ES-revsitiltøk. Makrel- og sildamálið er eitt ólukkuligt mál. Tað er álvarsamt fyri Føroyar. Og vit royna at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið og fáa sett revsitiltøkini úr gildi.

-Veðurlagið í Arktis broytist. Nú kann siglast á leiðum, har tað ikki bar til fyrr. Hetta gevur nýggjar avbjóðingar – millum annað tá ræður um leiting, bjarging og vernd av havumhvørvinum. Tí hevur ein breiður meiriluti í Fólkatinginum samtykt, at vit skulu brynja okkum til at loysa framtíðar uppgávurnar í arktisku umráðunum. Hetta er eitt arbeiði, sum stjórnin raðfestir sera høgt.

-Vit hava úr at gera. Og eg bjóði til eitt framhaldandi samstarv. Eisini um tey mál, har vit ikki hava somu uppfatanir.

-Eitt samstarv millum Danmark, Føroyar og Grønland. Og eitt samstarv her í Fólkatinginum, segði Helle Thorning Schmidt m.a. í røðu síni.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið