Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




The Rolling Stones á Roskilde Festivalinum





  Teir hundraðtals føroyingarnir, ið fara á Roskilde Festivalin í ár, fáa høvi m.a. at uppliva rocklegendurnar úr The Rolling Stones.

Fyrireikararnir av festivalinum vátta, at "rullandi steinarnir" fara at spæla á Orange Pallinum í summar.

The Rolling Stones verður mettur sum ein av mest ikonisku rockbólkunum í rocksøguni, og vitjanin er ein partur av 14 ON FIRE-konsertferðini hjá bólkinum.

Tá Mick Jagger, Keith Richards, Charlie Watts og Ronnie Wood fara á pallin í Roskilde í summar, er tað fyrstu ferð í sjey ár, at bólkurin er á ferð í Evropa - og eins mong ár síðani, teir seinast vóru í Danmark.

Men nú fáa fjepparar also møguleika at fáa eitt - sambært Roskilde Festivalinum - show við klassikarum sum ”Gimme Shelter”, ”Paint It Black”, ”Jumping Jack Flash” og ”Tumbling Dice” - eins og eina røð av nýggjari løgum.

Aftur á teirra egna palli

Hetta verður samstundis fyrstu ferð í 38 ár, at The Rolling Stones venda aftur til tiltikna Orange Pallin, sum bólkurin sjálvur fekk bygdan til evropeisku rundferð sína í 1976.

Í 1978 keypti Roskilde Festivalurin pallin og gjørdi hann síðani til sítt búmerki.

Endaliga skráin fyri 44. festivalin í Roskilde verður almannakunngjørd 2. april.

Nøvn sum Arctic Monkeys, Haim, Outkast, Trentemøller og MØ er longu komin á plakatina.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið