Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Svínoyarbátarnir á Ólavsøku









Í samband við, at gomlu bátarnir í Svínoy, sum eru satt listarverk, og bygdir av kendu bátasmiðunum Poul Hansen og Poul Johannes Poulsen, Svínoy, skulu vísast fram á Ólavsøku, fer áhugafelagið Bjarnafossurfara at selja lutaseðlar á Ólavsøku. Ágóðin fer til at varðveita bátarnar, og at gera eitt hús í Svínoy í stand til at seta bátarnir í – bygdasavn.

Endamálið við áhugafelagnum Bjarnafossur, Svínoy er:

At ogna sær, seta í stand og varðveita gamlar svínoyarbátar

At ogna sær, seta í stand og varðveita hóskandi bygning í Svínoy at hýsa bátunum

At virka fyri umstøðum at varðveita gamla kynstrið at smíða bátar

At taka lut í øllum starvi til frama fyri føroyskt bátasmið og bátamentan

At virka fyri vinnuligum møguleikum í Svínoy.

Í nevndini í Bjarnafossi sita:

Ólavur Hátún, Tórshavn, formaður Hanus Olsen, Hoyvík, næstformaður Malla Djurhuus, Tórshavn, kassameistari Poul Sivar Olsen, Hvannasund, nevndarlimur Marius á Geilini, Svínoy, nevndarlimur Skrivari: Óli á Geilini, Svínoy.

Lutaseðlasølan heldur fram til 16. September 2013.

Drigið verður 16. September 2013, lýst í bløðunum og á www.utoyggj.fo.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið