Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Stundir skulu vera til at halda av og halda um tey gomlu





-Tað er ein eldrapolitisk vesalaváttan, at so mong á landsins røktarheimum fáa eina blæu ístaðin fyri at verða fylgd á vesið, sigur tann eisini í Føroyum kendi leiðarin á røktarheiminum "Lotte" í Keypmannahavn, Thyra Frank, ið somuleiðis er framsøgufólk hjá Liberalu Samgonguni í almannamálum á Fólkatingi.

-Tað er greitt, at nøkur hava tørv á trygdini, ein blæa kann geva - men tað er mannminkandi og púra órímiligt, at so mong eldri skulu viðfarast sum smábørn, og ístaðin fyri at verða hjálpt á vesið sum tey vaksnu menniskju, tey eru, bara sleppa at ganga við eini blæu. Týdningarmesta uppgávan hjá røktarheimunum er at viðfara búfólkini við grundleggjandi menniskjansligari virðing og annars hjálpa hvørjum einstøkum at varðveita sítt sjálvsvirði og tign, sigur Thyra Frank við Jyllands-Posten.

Thyra Frank vísir á, at økta pappírsveldið á eldrastovnunum hevur sín part av skyldini fyri raðfestingini hjá starvsfólkunum av tíðini.

-Tá tey skulu brúka meira og meira tíð frammanfyri ein telduskíggja við at boða frá, hvat tey hava gjørt hendan og handan minuttin, so verður sjálvandi minni tíð til umsorgan og samveru við tey eldru. Gongdin hevur verið fullkomiliga skeiv í longri tíð. Eftirlitið skal ístaðin kontrollera, at búfólkini verða viðfarin við virðing og tign, og stundir skulu vera til at halda av og halda um tey gomlu, sigur Thyra Frank.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið