Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Stórur vøkstur í innflutningi og útflutningi





Innflutningurin fyrstu tveir mánaðirnar í ár var 1,2 mia. kr. Tað eru 20% meir enn somu mánaðir í fjør. Uttan skip og flogfør var vøksturin 10%. Sama tíðarskeið var útflutningurin 1,5 mia. kr. Tað eru 15% ella 200 mió. kr. meir enn í fjør, skrivart hagstovan.fo

Skip og brennievni øktu mest um innflutningin



Innflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,2 mia. kr. Tað eru 20% meir enn somu mánaðir í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 10% ella 93 mió. kr.

Tað er serliga vøkstur í innflutningi í bólkinum “skip og flogfør”, men vit hava eisini innflutt meir av brennievni. Tað er prísvøksturin í hesum vørubólki sum ger, at vøksturin í virði er munandi størri enn vøksturin í tonsum.

Sí talvur á heimasíðuni hjá Hagstovuni

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið