Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Stórur festivalur fyri kór í komandi viku





  Mynd av kórinum  Eystanljóð

Føroyar eru í ár vertur fyri einum stórum norðurlendskum festivali, Sálmafagnaði, fyri kirkjukór og kirkjusangarar sum byrjar Kristi Himmalferðardag. Hetta er tann fjórði norðurlendski kirkjusangarafestivalurin, sum á fyrsta sinni verður hildin í Føroyum. Heili 424 sangarar hava teknað seg til festivalin, og tey koma úr flestu norðurlondum.

Ein vika merkt av sangi

425 sangarar úr 33 kórum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum luttaka í kórfestivalinumfestivalin.. Fyrireikararnir hava lagt eina víttfevnandi skrá til rættis, har luttakararnir bæði fara at syngja egið tilfar, læra nýggjar kórsatsir, eins og at luttaka í eini felags framførslu. Hæddarpunktið undir kirkjukórfestivalinum er eitt kórverk, ein Norðurlendsk Messa, sum okkara egni Sunleif Rasmussen hevur skrivað til høvið og sum verður framført av einum samansettum kóri saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum leygardagin 31. Maj klokkan 18.00. Hetta er fyrsta føroyska messa nakrantíð

At so nógvir sangarar eru savnaðir í Føroyum fer at merkjast í stórum pørtum av landinum. Kristi Himmalferðardag fara tey flestu av hesum nógvu kórunum at syngja til gudstænastur í kirkjum kring landið.

Fríggjakvøldið verður stevnustemningur í Havn, tá skipað verður fyri almennum felagssangi í Vaglinum kl. 21.00 undir leiðslu av Ólavi Hátún, umframt at konsertir við luttakandi kórum verður á 4 støðum í Havn.

Norðurstevnusunnudag 1. Juli, verður Norðurlendsk hátíðargudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hendan guðstænastan verður sjónvarpa av Kringvarpinum og send í´almennu sj´nvarpsráunum í øllum norðurlondum.

Um tit ynskja at vita meira um kirkjukórfestivalin, kunnu tit seta tykkum í samband við undirritaða: Elsa Johanna Høgenni, samskipari, tlf. 214562, teldupostur elsajohannahogenni@gmail.com ella Gudmund Mortensen, formann í Urguleikarafelagið Føroya, tlf. 281102, teldupostur gudmundellis@hotmail.com og formaður fyri stevnuna.

Vinarliga

Fyrireikararnir



Elsa Johanna Høgenni

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið