Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Stór ella lítil trúgv









Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!" Mark 9,24.

Rósing Lydersen, skrivar

Viðhvørt verður sagt, um ikki beinleiðis so óbeinleiðis: ”Gud vil og ynskir, at tú skalt hava eina stóra og sterka trúgv.” Samstundis verður hetta ofta sagt við einum tónalagi, sum lastar ta veiku og lítlu trúnna.

Úrslitið av slíkari boðan verður, at fleiri fólk sita hjálparleys, ivandi og sundurbrotin. Tí stóra trúgv hava tey ikki, og ta lítlu trúnna verður tosað niðurgerandi um.

Hetta er óbíbilsk boðan og skaðilig sálarrøkt.

Tað mest umráðandi er ikki at hava eina stóra og sterka trúgv, men at hava eina rætta trúgv.

Røtt kristintrúgv er trúgv á Jesus aleina.

Støddin á trúnni ella styrkin í henni er heldur ikki tað avgerandi.

At trúgva á Jesus er einfalt tað, at tú kemur til hansara, sum tú ert, og har tú ert.

- Um tú hevur trúgv til at ákalla Jesus, so er hon nóg stór, nóg sterk. ”Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur,” Róm 10,13.

- Um tú í neyð tíni hevur trúgv til at koma til Kristus, so hevur tú nóg stóra trúgv til at verða frelstur og hjálptur. Tí Jesus sigur: ”Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur,” Jóh 6,37.

Tað er ikki í menniskjans valdi at skapa sanna trúgv á Jesus.

Tann frelsandi trúgvin, trúgvin á Jesus, er ein gáva, sum Gud leggur inn í hjørtuni á teimum, sum veruliga hoyra orð hansara. Gleðiboðskapurin bæði føðir og nørir um trúnna.

”So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists,” Róm 10,17.

Mong blanda trúgv og kenslur saman. Tey trúgva, tá ið kenslurnar eru góðar, men eru kenslurnar burtur, so er trúgvin tað eisini. Trúgv er álit á Jesus, tað er ikki ein kensla. Trúgvin kann skapa kenslur, men hon byggir ikki á tær.

Trúgvin byggir á ”Jesus eina, á orðið eina, á náðina eina,” sum fedrarnir orðaðu seg.

Rópa til Jesus sum hin pápin: ”Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!”

Bið Gud um trúgv. Fylg Jesusi í lýdni og halt teg til Bíbliuna, so vil trúgvin gjøgnum lýdni, royndir og roynslur vaksa seg størri.

At trúgva er at grunda sítt lív á Harrans orð; í lív’ og deyða stunda í Jesu fótaspor.

Vinarliga Rósing Lydersen

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið