Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Støðan hjá mær er vónleys







Um tvær vikur er freistin farin hjá Føroya Landsstýri at svara fráboðan úr ES um handilstitøk og í hesum sambandi er fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrða Skaale, sum eisini er ein av stuðulunum hjá donsku stjórnini, komin í eina sera trupla støðu. -Eg havi tosað við donsku stjórnina á tveimum fundum í vikuni og gjørt teimum mína støðu púra greiða at eg ikki kann stuðla stjórnini um Danmark í kommisjónini fer at atkvøða fyri at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. -Afturmeldingarnar frá stjórnini hava verið jaligar, men tað er greitt at støðan er álvarslig og sambært nýggjastu kunningini eg havi fingið er møguligt at ES tiltøkini longu verða sett í verk í juli mánað. -Í veruleikanum er tað sera lítið sum Danmark kann gera tí Danmark er einans eitt limaland og um ES kommisjónin hevur sett sær fyri at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum skal ein kvalifiseraður meiriluti av limum verða ímóti fyri at steðga tiltøkunum. - Mín støða sum stuðul hjá donsku stjórnini verður ótolandi um danska stjórnin stuðlar einum ES blokadu av Føroyum. Tað skilur einhvør – men hinvegin mugu vit bara staðfesta at tað er sera lítið sum Danmark fær gjørt um ES kommisjónin hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk, sigur Sjúrður Skaale sum mánakvøldið skal luttaka í beinleiðis sendingini "Horizont" á DR1 har høvuðsevni í sendingini verður ósemjan millur Føroyar og ES um Norðhavssildina. ær er vónleys um danska stjórnin stuðlar handilstiltøkum

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið