Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Statoil fingið loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium





Umhvørvisstovan hevur hin 27. juni 2014 givið Statoil loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium í sambandi við boring av leitibrunninum Súla-Stelkur. Myndin er tilvildarlig vald.

Boringin byrjar um mánaðarskiftið juni-juli 2014. Boripallurin West Hercules verður nýttur til boringina.

Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina.

Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemikaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitrandi. Í loyvinum eru harumframt settar treytir um botnkanningar nærhendis brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, viðgerð av burturkasti, o.a.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið