Nýggjasti tíðindi
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo

Starvsfólk til kommunuskrivs Sandi

 

 

Í samband við at Sands kommuna setir á stovn upplýsingar- og borgaratænastu frá 15. mei 2017, verður søkt eftir einum starvsfólki til kommunuskrivstovuna í hesum høpi.

 

Viðkomandi ið sett/ur verður kemur at arbeiða við fyrifallandi uppgávum í umsitingini, so sum heimasíðurøkt, fyriskipan av tiltøkum, gerð av kunningartilfari o.ø.

 

Ynskiligt er, at umsøkjarar hava telduførleika á brúkarastøði, duga at samskifta á norðurlendskum og enskum, og hava góðan staviførleika.

 

Starvið verður sett tíðaravmarkað til 31. desembur 2017, við møguleika fyri framhaldi.

 

Setanarbrøkurin verður 0,75, og starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.

 

Arbeiðstíðir og annað verður sambært avtalu við umsitingina í kommununi.

 

Staðsetingin verður í hølunum hjá kommununi.

 

Umsóknarfreistin til starvið er úti mánadagin 08. mei 2017, kl 16, og skulu umsóknir saman við møguligum viðmælum sendast til Sands Kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur, ella á teldupost sandur@sandur.fo.

 

Tey sum vilja hava meiri at vita um starvið, verða biðin um at venda sær til borgarstjóran á 211930.

 

 

 


© Terji Dalsgaard | Sandportalurin

Mest lisið