Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




So kveikir SSP-ráðgevingin aftur





8. november er Norðurlandahúsið karmur um fimta SSP-kveikingardagin.
Á skránni vera framløgur og upplegg.


Fyrstur á skránni er Torben Randrup, sum er serfrøðingur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Undir yvirskriftini Sosial peiling og fleirtalsmisskiljing heldur hann eina framløgu. Eftir hann verða tað Lene Johansen, løgfrøðingur, og Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi á Ríkisumboðnum, sum fara at tosa um, tá ið hjúnaskilnaður rakar børnini.

Fyri stuttum fór Margarinfabrikkin í Havn, sum er frítíðartilboð til børn, undir samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Um hetta fer Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini at tosa um. Henriette Nobili Christiansen, verkætlanarleiðari í Trygfonden og DKR, fer at tosa um, hvussu vit leiðbeina best. Guðrun Hansen, leiðari í barna- og ungdómshúsinum í Nólsoy, fer at tosa um, hvussu SSP kann ávirka eitt samfelag.

Samanhópurin - eitt samstarv millum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir - er heitið á framløgu hjá Eygló Rúnarsdóttir, sum er samskipari á barna- og ungdómsøkinum í Reykjavíkar kommunu. At brenna uttan at brenna út - at varðveita lívsgleðina - er heitið á uppleggi hjá Njál McKey Djurhuus, sum hevur verið virkin í Frelsunarherinum í ein mansaldur.

SSP-kveikingardagurin er ókeypis. Hann er frá kl 9 til 16. Á middegi verður miðmáli, sum Oddvør Skarðhamar ger. Evsta mark at boða frá luttøku er 25. oktober á or@bvs.fo, stendur á heimasíðuni hjá lærarafelagnum.







© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið