Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




So er tað staðfest: Menn verða súrari við aldrinum





So er uppáhaldið um súrar, gamlar menn loksins staðfest.

Nógvar kvinnur halda, at menn verða gronutari við aldrinum.

Henda uppfatanin er ikki heilt burturvið, skrivar prevention.com, sambært bt.dk.

Niðurstøðan verður gjørd í eini nýggjari kanning, ið kann lesast í tíðarritinum Proceedings of the National Academy of Sciences.

So ja, menn verða grenjutari við aldrinum. Orsøkin er, at tá kyknurnar hjá monnunum eru strongdar, og DNA’ið er niðurslitið, ber hetta í sær ein størri fíggindaskap og svartskygni hjá monnum, skrivar bt.dk.

Og nei, kvinnur verða ikki eins súrar og menn. Tó verða kyknur og DNA teirra ávirkaðar, men ikki í sama mun sum hjá monnum.

Niðurstøðan í kanningini er gjørd við grundarlagi í kanningum av 333 luttakarum. Her vísti tað seg, at luttakandi menninir vórðu mest ávirkaðir í sambandi við strongdar uppgávur, meðan tað ikki var so ringt hjá kvinnunum.

Granskararnir samanbóru menn við stuttum DNA-streingjum við teir, ið høvdu ein eitt sindur longri strong, skrivar bt.dk. Tað vísti seg, at teir við stuttu streingjunum vóu 55 prosent meira fíggindaliga sinnaðir og 10 prosent minni bjartskygdir.

Við til alt hoyrir, at tað eru viðurskifti, ið kunnu gera kyknurnar meira strongdar - tildømis rúsdrekka, sigarettir, vantandi motión og ov ósunnur kostur.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið