Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Snellubátarnir fáa framvegis lítið av fiski









Bátarnir, sum royna við snellu, vestanfyri og í Skopunarfirði fáa framvegis lítið av fiski og nú línan aftur kann setast inni við land er ikki so hugaligt hjá snellubátunum. Og tað er ikki at skilja at slíkt kann lóggevast.  Makrelurin II avreiddi leygardagin og seldi 548 pund til uppboðssøluna í morgun og sum skilst er hetta fiskur fyri nakrar dagar.

Meðalprísurin fyri toskin var hesin í dag

Toskur 1, kr. 13,25

Toskur 2, kr. 12,40

Toskur 3, kr. 12,91

Toskur 4, kr. 12,53

Toskur 5, kr. 09,43



Nú verður harður streymur og roknast kann ikki við tí stóru driftini. Annar hevur ljóðað at snellubátar hava fingið meiri fisk norðanfyri og so er spurningurin hvussu álítandi tað er.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið