Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Skapað til felagsskap





Neyðar maður, ið einsamallur er; tí tá ið hann dettur, er eingin at reisa hann upp aftur. (Præt. 4, 10)

Læs yvirskriftina í eini avís, og har stóð: “Keða seg í hel”. Tað er ikki gott fyri menniskja at vera aleina. Gud hevur skapað okkum til felagsskap við hvønn annan. Tí er tað eitt tekin um afturgongd, at mong sita aleina og avbyrgd í dag. Kanska fyri mong, hóast tað, at tey í tí ytra eru saman við øðrum. “Stásiligir karmar við ov lítlum innihaldi”, var eisini at lesa.

Felagsskapurin tók skaða við syndafallinum. Fáar tímar eftir fallið vísti tað seg longu. Adam og Eva skúgvaðu hvønn annan frá sær. Men tá ein skúgvar ein frá sær, so stendur tú aleinaður eftir!

Guds góði vilji er ikki settur úr gildi. Eisini tað falna menniskja er skapað til felagsskap. Tí hevur Gud gjørt skipanir í heiminum, sum kunnu styrkja felagsskapin. Vit kunnu nevna teir nationalu felagsskapirnar, familju felagsskapir og ymiskar áhuga felagsskapir, og ikki at gloyma teir andaligu felagsskapirnir. Gud unnir øllum menniskjum at njóta gott av hesum.

Men hetta er ikki ein djúptøkin stovnan av felagsskapinum. Tað skuldi sterkari løgur til fyri veruliga at endurreisa felagsskapin millum menniskju. Eisini her er Kristus Guds sonur, tað avgerandi inntrivið. Hansara sáttargerð hevur havt fylgir fyri allar partar av skaparaverkinum, eisini hesum. Við blóði sínum, hevur hann útvegað frið og felagsskap millum menniskju.

Hesin felagsskapur eigur at koma til sjóndar í teimum kristnu meinigheitunum. Har fáa vit eina ábending um tann endurreista felagsskapin. Men fullkomið verður tað ikki fyrr enn í tí nýggja heiminum, tí har er tað ikki bert karmarnir, ið eru stásiligir, men heildin.

Johannes Danielsen



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið