Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Skansi spennir seg meiri út







Um tveir mánaðir kemur fimta frálandaskipið í flotan hjá Skansi Offshore. Á almennari móttøku í nýggju hølunum á Skansavegi ídag, boðaði Skansi frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við Havyard skipasmiðjuna í Noregi um levering av einum nýggjum frálandaskipi í juni í ár.

Skipið er av slagnum Havyard 833 og er av sama slagi sum Sjoborg. Skipið er 86,8 m til longdar og 19,6 m breitt. Dekksvíddin er 1.000 m2. Skipið skal, eins og hini skipini hjá reiðarínum, brúkast til veiting, standby rescue og oljurudding.

Samlaði kostnaðurin fyri nýggja frálandaskipið er 330 mió. kr. Skipið fer beinleiðis til arbeiðis eftir levering. Skansi Offshore hevur gjørt nýggjan sáttmála við BG Group um langtíðarleigu av skipinum, sum fer at arbeiða á Knarr feltinum, sum er á sama økið, sum eitt annað av skipum felagsins – Torsborg – fer at arbeiða.

Við fimm nýggjum, vælútgjørdum frálandaskipum og fleiri langtíðarsáttmálum, metir Skansi Offshore seg at hava fingið fótin fyri seg á altjóða offshore marknaðinum og er hetta gott grundarlag hjá Skansi Offshore at byggja framtíðina á.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið