Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Skal Posta avtakast og gerast til ein almennan stovn?





Kári P. Højgaard, tingmaður hevur fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum um fráboðaða avtøku av POSTA:

Grein 52a fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum:

1) Hevur Rigmor Dam sagt tey orðini hon verður endurgivin fyri á in.fo 1. mars 2017, at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn?

2) At hækkanin av kostnaðinum fyri blað útbering fer avstað við øllum miðlastuðlinum?

3) At hetta ikki er í tráð við samgonguskjalið?

4) Hvørji ítøkilig stig fer landstýriskvinnan at taka í hesum máli?

Viðmerkingar

Fyrsta apríl 1976 varð postverkið yvirtikið sum málsøki og fekk navnið Postverk Føroya. Í 2005 bleiv Postverk Føroya umskipað frá almennum stovni til almenna partafelagið Posta. Henda umskipan hevði breiða undirtøku í løgtinginum, har allir teir fýra stóru flokkarnir atkvøddu fyri umskipanini, meðan Sjálvstýri og Miðflokkurin vóru ímóti grundað á, at Postverk Føroya var ein vælvirkandi stovnur við góðari tænastu til allar borgarar í landinum. Ivasemi tá var stórt, hvussu ein slík umskipan fór at ávirka stovnin og tænastuna til borgaran kring landið.

Spurningurin verður settur, tí landstýriskvinnan í mentamálum alment hevur fráboðað, at Posta skal avtakast sum partafelag og hon ikki vildi svara, tá ófráboðaðir fyri-spurningar vóru á skrá, men bað um at fáa spurningin skrivliga.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið