Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sjúkradagar á tingi í dag – fakfelagsformaður vónbrotin





Í dag er broytingaruppskot í løgtingslóg um dagpening vegna  sjúku. Føroya Arbeiðarafelag hevur givið seg til kennar at teir ikki dáma hesa nýggju broyting. Felagið hevur júst havt aðalfund, sum altíð er væl møttur av lokalfeløgunum kring landið.

– Vit halda at tímalønt skulu javnsetast við onnur, og tískil skuldi læknaváttan ikki verið kravd fyri tvær tær fyrstu vikurnar, ið sjúka rakar, men her var so talan um at sleppa undan læknaváttan teir fyrstu fimm dagarnar. Hetta sigur Georg  Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelag í samrøðu við in.fo

– Men eins stór gleðin var um uppskotið, eins stórt var vónbrotið, nú vit síggja, at hesin parturin um at linka kravið til læknaváttan hjá tímaløntum, er slett ikki við í uppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, sigur Georg F. Hansen.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið