Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sjúðraberg ávegis í Barentshavið





Í nátt fór frystitrolarin Sjúrðarberg, hjá JFK-Trol í Klaksvík avstað. Teir skulu í Barentshavið at fiska tosk. Tað var ikki ætlanin at Sjúrðarberg skuldi avstað aftur í ár.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin

- Men nú fiskiskapurin hjá Gadusi er smáligur, fer Sjúrðarberg eisini at fiskað tosk, tí nøkur hundrað tons eru eftir av kvotuni, sum helst skulu fiskast áðrenn árslok.

Áðrenn fari var avstað var andakt umborð. Teir fingu eisini jólapakkar, hóast teir vóna at vera aftur áðrenn jól. Jólapakkarnir til Gadus og Akraberg vóru eisini bornir umborð. Teir royna eisini í Barentshavinum.

Við Sjúrðarbergi eru 19 mans og skipari er Ásmund Olsen.

Ásmund sigur, at hann veit sjálvsagt ikki hvussu fiskiskapurin fer at vera. Samstundis nevnir hann, at tvey tey síðstu árini, eru teir komnir aftur triðja jóladag. Kanska tað verður tað sama í ár, leggur hann afturat.

Ásmund sigur eisini, at mennirnir eru sera fegnir fyri jólapakkarnar frásjómanskvinnuringunum.

“Eru ongir pakkar umborð jólaaftan, ja, so manglar nakað heilt alvorligt”,sigur hann sannførdur.

“Tá vit eru burtur jólaaftan, geva vit okkum góða tíð. Ongin bjargar árinum jólaaftan. Vit fáa ein góðan døgurða og okkurt lekkurt omaná. Vit syngja sálmar, lesa jólaevangeliið og deila pakkarnar út. Tað er hátíðardámur yvir løtuni, hóast ongin ynskir at vera burtur á jólum. So hugna vit okkum á besta hátt og geva okkum tíð til tað!” sigur Ásmund Olsen.

Umframt manningina var væl av familju og vinum við til andaktina. Tey vóru komin at siga farvæl. Tríggjar danskar gentur vóru eisini umborð. Tær gera eina uppgávu í miðnámskúla, um lívið hjá sjófólkið. Í tí sambandið eru tær komnar til Føroyar.

Tvær aðrar gentir, sum eru í somu ørindum, eru við Norðborg og tær tríggjar skulu við Slættaberg í dag. Manningin á Sjúrðarbergi fekk fleiri ørk við spurningum á, sum teir skuldu svara. Spurningarnir eru ein liður í uppgávuni. Tær gera eisini samrøður við sjófólk og filma lívið umborð.

Sjómansmissiónin ynskir manningini á Sjúrðarbergi ein skjótan og góðan túr.

Jesus fylgi tykkum!

(Tórleif Johannesen, sjómanstrúboðari hevur tikið myndina)

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið