Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sement verður aftur í summar





Margarinfabrikkin í Havn fer aftur í ár at skipa fyri tónleikakappingini Sement.

Tað boðar Margarinfabrikkin frá á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta er fimtu ferð, at skipað verður fyri hesi kapping, og áhugin er vaksin á hvørjum ári.

Sement er farið frá at vera eitt lítið projekt, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak, ið ein og hvør tónleikaáhugaður í Føroyum veit um.

Í fjør vunnu The Absent Silver King kappingina við sínum myrka noise rokki. Undnfarnir vinnarar hava verið m.a. Sleepless ghosts, Guðrun & Bartal, og ikki at gloyma Hamferð, ið av sonnum hava sligið sítt navn fast á bæði føroyska og útlendska tungmálmspallinum.

Kappingarreglur

Bólkurin ella einstaklingurin, ið ætlar at luttaka í kappingini, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg, og allar genrur eru loyvdar.

Tríggir bólkar sleppa víðari úr hvørjum umfari, og í finaluni vera 6 bólkar, sum fara at kappast um heitið. Tó kann hetta broytast - alt eftir, hvussu nógvir bólkar melda seg, sigur Margarinfabrikkin.

Tríggir kvalifiseraðir dómarar avgera, hvør sleppur víðari, og hvør vinnur heitið, sum Føroya besti nýggi bólkur.

Tilmelding fer fram við at senda navn á bólki, eina lítla bio og kontaktinfo til sement@fabrikkin.fo. Nær og hvar tiltakið verður, verður kunngjørt seinni.

© Leivur Hansen - Sandoyarportalurin
Mest lisið