Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sáttmáli undirskrivaður við Arbeiðsgevarafelagið





  Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 1. januar 2017 

-Hetta kunnu vit liva við. Báðir partar hava fingið nakað og givið nakað, og vit meta okkum kunna vera hampuliga nøgdan við úrslitið.

Hetta sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvssmannafelagnum, eftir at partarnir høvdu skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála í dag.

Samráðingarnar byrjaðu um hálvan november, og gamli sáttmálin fór úr gildi 1. Januar.

Lønin hækkar 1. Januar 2015 1,98 % og 1.januar 2016 hækkar hon 2,25 %. Hendan hækking er á sama stigi, sum onnur feløg hava fingið.

Eins og onnur feløg hevur Starvsmannafelagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist. Afturfyri hevur felagið fingið ynski eftirlýkað, sum eftir okkara tykki viga væl upp ímóti, sigur Selma Ellingsgaard.

Kunningarrættur

Í fyrsta lagi hevur felagið fingið í sáttmálan, at tá nýggj fólk verða sett í starv eftir sáttmálanum verður skipað fyri fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið, sum partur av innføringini í starvið.

Endamálið við fundinum er at geva felagsálitisfólkinum høvið at kunna um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesin fundur verður hildin áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað.

-Hetta er eitt týðandi framstig. Hettar gevur okkum høvi at kunna starvsfólkini um rættindi og fyrimunir annars við at verða skipað í fakfelag, sigur Selma Ellingsgaard.

Serlig samsýning

Eisini eru Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið samd um, hvussu samsýningin skal vera, um tað hendir, at starvsfólk verða boðsend til arbeiðis í feriutíð.

Partarnir eru samdir um, at sum útgangsstøði eigur tað ikki at koma fyri, at starvsfólk fáa boð at koma til arbeiðis, tá ið tey hava feriu. Um hetta í heilt serligum førum er neyðugt skulu starvsfólkini hava dupulta tímaløn, tó ongantíð minni enn hálvan dag.



Umframt tað, sum her er nevnt, eru gjørdar ávísar broytingar og tillagingar í sáttmálan.



Vilja tit hava meira at vita um nýggja sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, eru tit vælkomin at ringja til Starvsmannafelagið.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið