Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sandoyingar nýggja uppfinnig innan oljuvinnuna





 

Ein nýggj føroysk uppfinning kann vera við til at kollvelta altjóða oljuvinnuna. Ein av monnunum er Karstin Hentze ið er ættaður úr Skopun og býr uttanlands

Oljan.fo: - Tað eru teir báðir føroysku sjómenninir, Kartin Hentze úr Skopun og Kári Petersen av Skarvanesi, sum við eini uppfinning meta seg hava loyst ein gordiskan knút í tí partinum av oljuvinnuni, ið nevnist “Decommissioning” - niður/sundurtøku av gomlum oljupallum. Talan er um eina framtíðar vinnu, sum komandi 30 árini er mett at vera verd meira enn 300 milliardir krónur, og sum Føroyar og føroyingar eisini kunnu gerast partur av.

Fekk genialan idé Annar av uppfinnarunum er Kartin Hentze, føddur og uppvaksin í Skopun, men sum í dag býr í Svøríki. Hann hevur verið til skips, síðani hann var 14 ára gamal og hevur verið dekkari og maskinmaður við garna-, línu- og nótaskipum og trolarum í Føroyum, Danmark, Russlandi og Kina. Hann hevur búð í útlandinum seinastu 32 árini, tey seinastu 9 í Svøríki. Í dag er hann 57 ára gamal, og í fjør legðist hann upp fyri burturav at arbeiða við uppfinningini hann og Kári Petersen gjørdu, tá teir sigldu saman við fiskiskipum í Norðsjónum.

Sí meiri, www.oljan.fo

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið