Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Samráðast um fiskiskapin eftir kongafiski og svartkjafti næsta ár







Árligu samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum í 2014 eftir kongafiski og svartkjafti eru í hesum døgum í London.

Samráðingar hava hesa vikuna verið um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum. Samráðingarnar vóru millum Føroyar, Grønland, Ísland, ES, Noreg og Russland, harav Føroyar, Grønland og Ísland eru strandarlond.

Í 2011 varð avtala gjørd um, hvussu fiskiskapurin skal skipast í 2011 til 2014. Avtalan umfatar eitt býti millum londini og eina árliga heildarkvotu frá 2011 til 2014. Russland er ikki partur av hesi avtalu. Eitt av málunum, sum skilir partarnar, er støðutakanin til vísindaliga tilmælið um kongafiskin.

Ísland var formansland fyri samráðingunum hesaferð.

Samráðingarnar um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Norðurhøvum verða í dag og í morgin. Enn er eingin strandarlandasamtykt um henda fiskastovn. Fiskiskapurin hevur seinastu árini verið skipaður við felagskvotu fyri øll londini undir einum. Skipanin fyri kongafisk í Norðurhøvum verður vanliga samtykt á NEAFC ársfundinum, sum er í november, men NEAFC limalondini plaga tó at hittast áðrenn, fyri at royna at finna semju um eina samtykt innan ársfundin.

Noreg er formansland fyri hesum samráðingum, sum eru millum ES, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

14. – 16. oktober verða samráðingarnar um svartkjaft. Strandarlond eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Russland luttekur á fundinum sum eygleiðari, tí Russland hevur áhugamál í svartkjaftinum í altjóða sjógvi. Svartkjaftastovnurin hevur verið sera illa fyri seinastu árini, og mest loyvda veiðan í 2011 var søguliga lítil. Nú tykjast útlitini betri, tí tilgongd er aftur til stovnin. ICES mælir til í 2014 at seta eina heildarkvotu upp á 949.000 tons. Heildarkvotan í 2013 er 643.000 tons.

Noreg er formansland fyri samráðingunum hetta umfarið.

Allar samráðingarnar eru á embætismannastigi og eru í hølunum hjá NEAFC í London.

Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna,Vørn og vinnuna.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið