Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Sambandsflokkurin ræðist góðu gongdina hjá samgonguni





Sambandsflokkurin hevur hildið landsfund um vikuskiftið í Havn og í formansfrágreiðingini segði formaður felagsins Bárður S. Nielsen m.a.

-  at Sambandsflokkurin kann staðfesta, at verandi samgonga er farin undir at fyrireika eina røð av politiskum verkætlanum um nýskipanir. Talan er um nógvar nýskipanir. Men framdriftin í fleiri av hesum nýskipanum er einki serliga stór.

Tey sigla í tungum sjógvi - og nakrar ætlaðar nýskipanir eru meira og minni steðgaðar upp.

Í stóran min rekur 14. september-samgongan symbolpolitikk. Tað skal síggja út sum, at ein hópur av málum verða viðgjørd og fara at verða avgreidd.

Symbolpolitikkurin er tó, fyri stóran part, heit luft og onki annað.

Hví brúka nógva orku og pengar uppá aftur at seta á stovn ein Landsbanka, sum onga tjóðbanka-funktión hevur?

Hví seta pening í ein grunn, meðan landskassin skyldar omanfyri 5 mia. kr. – reinur symbolpolitikkur.

Hví skapa eyka umsiting, heldur enn betra vælferðina ?

Jú – orsøkin er, at Tjóðveldi og Framsókn skulu kunna siga, at nú hendir okkurt á fullveldisleiðini. Reelt flytir symbolpolitikkurin onki. Slett onki.

Í Sambandsflokkinum harmast vit um, at Javnaðarflokkurin – okkara gamli samstarvsflokkur – letur seg draga upp á tráð av Tjóðveldi og teirri misskiltu nationalismuni.

Javnaðarflokkurin fór til val sum samríkisflokkur. Men hann sveik sínar veljarar og síni vallyfti – og fór uppí hjá Tjóðveldi, sum hevur eittans mál: at taka av  Ríkisfelagsskapin, sum Javnaðarflokkurin segði seg stuðla áðrenn valið.

Tú kann lesa meiri úr Formansfrágreiðingini inni á heimasíðuni hjá www.samband.fo

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið