Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Royndu av øllum alvi at taka Hann …





1)  Nú vóru tveir dagar til páskir og høgtíðina, ið rópast hini ósúrgaðu breyðini. Høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann við svikum og drepa Hann.

2)  Tí teir søgdu: "Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!"

3)  Meðan Hann tá var í Betania, inni hjá spitalska Símuni, og sat til borðs har, kom kvinna, sum hevði alabasturkrukku við reinari, ógvuliga dýrari nardussalvu; hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvd Hansara.

4) Men har vóru nakrir, sum vórðu illir um hetta og søgdu hvør við annan: "Hvat skuldi tað til, at spilla salvuna so burtur!

5)  Henda salva kundi jú verðið seld fyri meir enn 300 denarar, sum kundu verðið givnir fátækum!" Og teir settu harðliga at henni.

6)  Men Jesus segði: "Latið hana fáa frið! Hví gera tit tykkum inn á hana? Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð.

7) Hini fátæku hava tit altíð hjá tykkum, og teimum kunnu tit gera væl ímóti, nær tit vilja; men Meg hava tit ikki altíð.

8)  Hon gjørdi tað, hon kundi; hon salvaði likam Mítt frammanundan til jarðarferðina.

9)  Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin, har evangeliið verður prædikað, skal eisini tað, ið hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana."

10) Judas Iskariot, ein av hinum tólv, fór nú til høvuðsprestarnar at geva Hann í vald teirra.

Kelda: Markus 14

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið