Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Próvhandan á Sjónámi í Klaksvík





Í gjár var hátíðarhald í Sjónámi í sambandi við, at skipsatstøðarar (dekkarar) fingu prógv. Flokkurin taldi 9. Hetta er annar flokkur, ið tekur skipsatstøðaraútbúgvingina í Sjónámi.

Skipsatstøðaraútbúgvingin tekur støði í altjóða sáttmála um útbúgving av sjófólki. Skipsatstøðarar við handlisskipum í altjóða sigling - eisini føroyskum skipum - skulu eftir altjóða reglum um manning av skipum hava staðið prógv sum skipsatstøðari.

Útbúgvingin tekur 5 mánaðir, og hon er býtt upp í maritim evni (60%) og verklig evni (40%). Maritim bóklig evni eru m.a. siglingarlæra, samtíðarkunning og veðurlæra. Verkligu evnini eru m.a. smiðjulæra, viðlíkahald og arbeiðstrygd.

Undir lesnaðinum hava skipsatstøðararnir eisini verið m.a. á trygdarskeiði, bátaføraraskeiði, roykkavaraskeiði, radioskeiði (ROC), umframt á skeiði í verndaransni, maritimum enskum og reinføri.

Júst lokna skeiðið byrjaði 26. januar - næsta skeið byrjar 10. august. Enn eru pláss eftir.

Aftara rað frá vinstru: Rókur Eyvindson, Tórshavn, Bjartur Olsen, Argir, Fríði av Vollanum, Tórshavn, og Andru Poulsen, Norðoyri.

Fremra rað frá vinstru: Jón Hilmar Gerðarlíð, Klaksvík, Arni Rasmussen, Norðragøta, Janus á Bøgarði, Kaldbak, Hans Jákup Davidsen, Kvívík, og Ragnar Ludvig, deildarleiðari.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið