Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Postverkið skal rekast á handilsligum grundarlagi





Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi hann um privatsering av Posta. Hetta var ein sokallaður  §52a í Tingskipanini - spurningur

Fyrispurning frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um privatisering av Posta

Spurningur sambært §52a í Tingskipanini til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen

Spurningurin var soljóðandi:

Hvørji stig fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at taka í hesum máli?

Og kann væntast, at samgongan fer at taka undir við hesum?





Svar

Til nr. 1

Eg havi sambært málsøkjabýtinum fyrisitingarheimildirnar viðvíkjandi lóggávuni um postvirksemi, og heimildir landsstýrisins mótvegis P/f Postverk Føroya eru undir mínum umsitingarøki. P/f Postverk Føroya skal rekast á handilsligum grundarlagi, men felagið hevur veitingarskyldu viðvíkjandi postflutningi av adresseraðum brøvum, pakkum, bløðum o.ø. At hava veitingarskyldu er ikki tað sama sum, at tænasturnar skulu veitast við búskapligum halli.

Sambært frágreiðing eg havi móttikið frá Posta rinda inntøkurnar frá blaðútbering ikki fyri útreiðslurnar av hesum virksemi. Prísurin, sum Posta hevur ásett fyri blaðútbering, er ásettur aftaná samskifti við Posteftirlitið.

Mín greiða fatan er, at skulu miðlarnir stuðlast áliggur hetta ikki Posta, men má fáast til vega umvegis fíggjarlógina.



Til nr. 2

Eg havi onga ætlan um at skipa P/f Postverk Føroya til almennan stovn aftur. Hinvegin eri eg sannførdur um, at Posta í dag rekur flutningsvirksemi, sum er meira grundað á privata vinnu enn eina almenna tænastuveiting. Útbering av brøvum og smærri pakkum fevnir bert um umleið ein triðing av samlaða virkseminum hjá Posta. Felagsformurin hjá Posta eigur heldur at laga seg eftir hesum veruleika. At tryggja veitingarskylduna í eini møguligari umskipan er ongin trupulleiki.

Um samgongan tekur undir við eini møguligari umskipan, ber bert til at svara uppá, tá hesin spurningur verður settur samgonguni.



Vinnumálaráðið 31. mars 2017

Poul Michelsen

landsstýrismaður

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið